Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Koda í Føroyum 2015

Annað árið á rað vitjaði Koda sínar føroysku limir á G! Festivalinum. Tað gjørdist ein regnvátur festivalur, men regnið fekk hvørki forðað tónleikinum ella forðað Koda í at tosa við limir og á tann hátt fáa betri innlit í føroyska tónleikalívið.

Myndarøð: Síggj myndir frá vitjanini í Føroyum á instragramprofilinum hjá Koda

 

Høvuðsnøvnini Eivør og Teitur rúnabundu áhoyrarnar

Ein av ambassadørunum hjá Koda, Eivør, var millum tey framførandi á G! Festivalinum í ár. Og hon hevði gott tak á áhoyrarunum. Framførslan hjá Eivør skuldi vera av røttum verið fríggjakvøld, men eftir sum vatnið stóð langt niðan á Sandin, varð gjørt av at flyta framførsluna til leygardagin. Hetta minkaði tó ikki um fagnaðin av lokalu hetjuni. 'Gøta er Eivør, og Eivør er Gøta', rópti frásøgumaðurin, og tá ljóðaði fagnaðarróp frá fjøldini. Eivør er sjálvskrivaður gestur á G! Festivalinum. Hon hevur spælt á festivalinum tey flestu árini, síðan fyrstu ferð festivalurin varð hildin í 2002. Tá spældi Eivør við bólkinum Clickhaze.

Eisini Teitur hevði nógvar áhoyrarar til framførsluna á Spæliplássinum, har hann avgjørt eisini hevði heimavøll og hevði fjøldina við sær – bæði til felagssang og til tey meira melankolsku løgini.

Á G! Festivalinum í 2014 stóðust eisini trupulleikar av flóðini, ið gjørdi tað ógjørligt at hava fleiri konsertir á Sandinum. Spyr man fyriskiparan, Sigvør Laksá, hví pallurin ikki verður fluttur, er svarið: 'Hvørt ár hugsa vit... hmmm... man tað ikki fara at ganga í ár. Og so verður pallurin settur upp á Sandinum, sum eisini liggur so fantastiska væl fyri. Og tá flóðin so kemur, ja, so klára vit eisini tað. Vit eru von við at hava við veður og vind at gera', sigur Sigvør Laksá.

Danskir limir vóru eisini umboðaðir á G! Festivalinum. Dizzy Mizz Lizzy vóru millum høvuðsnøvnini leygardagin, og teir fingu nógvar áhoyrarar oman á Sandin, har ein hópur av sandsekkjum byrgdu havið av frá áhoyrarum og pallinum.

 

Økt vitan um føroyskar limir

Tey frá limadeildini, ið vitjaðu festivalin í ár, komu tættari føroysku limunum og fingu týðandi vitan við aftur til Danmarkar.

'Vit høvdu ta fragd at hitta nógvar av okkara føroysku limum á festivalplássinum, og á tí móttøkuni, vit høvdu á festivalinum. Samrøðurnar vóru góðar, og spurningarnir vóru nógvir. Vit hava fingið betri vitan um, hvussu vit best fáa hjálpt okkara føroysku limum, tá tað snýr seg um skráseting av verkum, rapportering, føroyska mentanarpeningin og spurningar um upphavsrætt, og gleða okkum at hitta limir og samstarvspartar aftur á G! Festivalinum í 2016', sigur Nynne Louise Krogh frá limadeildini, ið var við á festivalinum í ár.

 

Fakta
  • Umframt Danmark, umsitur Koda eisini upphavsrættindi í Føroyum og Grønlandi. Tað merkir, at vit vegna okkara limir gera avtalur við t.d. føroyskar festivalar, spælistøð, útvarpsstøðir og diskotek vm.
  • Tá tú framførir í Føroyum ella verður spældur í føroyskum útvarpi, fært tú, um avtala um viðurlag fyri framførsluna er gjørd, avrokning fyri tað uttan mun til um tú býrt í Føroyum ella Danmark. Føroyska upphavsrættarlógin frá apríl 2015 gevur tónaskøldum, orðasmiðum og tónleikaforløgum rætt til gjald, tá teirra tónleikur verður nýttur alment.
  • Um tú hevur spurningar um limaskap, um stuðul ella okkurt heilt triðja, kanst tú fram til apríl 2016 hitta Pernille Rostgård Olsen í Tutl, sum er til reiðar at hjálpa tær frá kl. 14:00 – 17:00. Les meira um okkara umboð í Føroyum her.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara limadeild á [email protected].

 

Føroyskir ambassadørar

Síðsta ár gjørdust fimm føroyskir sangskrivarar 'ambassadørar' hjá Koda (og Gramex), og ambassadørarnir hjálpa við at greiða frá um arbeiðið við rættindum, sum Koda ger. Umframt Eivør eru ambassadørarnir Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Heri Joensen og Niels Arge Galán. Les meira um føroysku ambassadørarnar hjá Koda her.

Meira kunning um Koda fyri føroyskar limir fæst her.