Tá dyrnar í Norðurlandahúsinum leygardagin verða latnar upp til Faroese Music Awards, er Koda við. Vit handa virðislønina til ársins live bólk/einstakling og hava fragdina av at stuðla ársins afterparty.
Í ár vera 22 virðislønir handaðar, og Koda handar virðislønina fyri ársins live bólk/einstakling.
Aftaná FMA verður skipað fyri afterparty í Reinsarínum. Hesum tiltaki stuðlar Koda saman við m.ø. Okkara og Føroya Bjór
Í Reinsarínum verður frí øl-barr, durasnapsur, tvíflísar, open stage og DJ.
Umframt hetta hevur Koda stuðlað FMA við at syrgja fyri bussum, ið koyra frá Norðurlandahúsinum oman til Reinsaríið.
Les meira um ársins FMA her