Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Hitt Martin Folmann, stjóri í Forlags- og Medlemsservice

Martin Folmann metir Koda sum ein av týdningarmestu hornasteinunum í danska tónleikalívinum. Tí er tað av alstórum týdningi fyri hann, at veita besta møguliga tænastustøðið til teir 40.000 limirnar og tónleikaforløgini. Tað snýr seg um at avrokna so effektivt sum til ber, so peningurin kemur í lummarnar hjá rættindahavarunum sum skjótast.

Virkandi frá 1. juni 2015, er Martin Folmann stjóri í Forlags- og Medlemsservice. Deildin tekur sær av samskifti og tænastu av limum og tónleikaforløgum, umframt øllum áheitanum um limaøkið, ið koma uttanifrá.

'Yvirskipað, vil eg fegin útliva visjónina hjá Koda, sum ljóðar: Koda tryggjar frálík virði fyri bæði skaparar og brúkarar av tónleiki. Tað er tað, tað snýr seg um. Limaskarin hjá Koda er ein ymiskur høpur av tónaskøldum, sangskrivarum, arrangørum og tónleikaforløgum – øll við ymiskum tørvum, og saman við mínari deild vil eg til eina og hvørja tíð stremba eftir at veita tí bestu tænastu til einstaka limin', greiðir Martin Folmann frá.

'Og tað snýr seg eisini um at skapa bond til okkara limir. Eftir mínum tykki er tað av stórum týdningi fyri Koda, at hava tætt samband við okkara limir – vit fáa nýtt okkara støðu í tónleikavinnuni til at fáa ymiskar aktørar saman. Til dømis hava vit ymisk tiltøk, har okkara limir fáa høvi at hitta týðandi sangskrivarar ella onnur týðandi fólk innan tónleikavinnuna. Vit brúka okkara netverk til at kunna og geva íblástur, og geva limunum uppløgd høvi at fáa vitan. Vit hava til dømis havt 'Musikkens vej til Radio', 'Musikkens vej til Filmen' vm., umframt fyrilestrarrøðina 'En Sangskrivers Bekendelser', har limirnir hava havt høvi at læra og fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Við fyrilestrunum vilja vit skapa virði fyri limirnar hjá Koda, og 16 útseld tiltøk tala sína sak um, at vit veita nakað, sum nógvir limir hava tørv á. Tað fegnast vit um, og vit ætla at hava fleiri tiltøk í framtíðini. Tað hevur eisini verið frálíkt at hitta so nógvar limir í nýggja hølunum í Nordhavn', heldur Martin Folmann fram.

'Vit leggja eisini stóran dent á at veita góða tænastu til okkara føroysku og grønlendsku limir. Í løtuni hava vit eitt starvsfólk í útisetri í Føroyum. Hon kannar og arbeiðir við føroyska marknaðinum og hjálpir limum fram til apríl 2016', endar Martin Folmann.

4 skjótir spurningar til Martin
  • Hvat fekst tú við, áðrenn tú byrjaði hjá Koda?

Alt mítt virkna arbeiðslív hevur snúð seg um tónleik. Eg byrjaði sum DJ fyrst í 80'unum. Í 10 ár var eg bookari og dagligur leiðari á einum størri spælistaði í Keypmannahavn. Síðan bleiv eg marknaðarleiðari hjá PolyGram, sum í 1999 bleiv til Universal Music. Har var eg millum annað repertoire chef og marknaðarstjóri, umframt at hava ábyrgd fyri handilsmenning og tí talgilda økinum. Harumframt havi eg verið í ymiskum nevndum og ráðgevandi bólkum fyri m.a. IFPI, Musikzonen, Rytmekons, AppleFlower Festival og MXD, har eg enn eri í nevndini.

Eg varð føddur í 1966, og vaks upp í einum heimi, har lurtað var eftir alskyns tónleiki. Tá var politiski, danski rokkurin serliga umboðaður við Benny Holst, Skousen og Ingemann og frá útheiminum vóru Beatles, Santana, jazzur og klassiskur tónleikur ein partur av dagligu ljóðmyndini. Tað hevur givið mær eina 'breiða inngongd' til tónleikin. Eg var so hann, sum var ómetaliga bergtikin av og hevði 'feel' fyri tónleikinum, men aldrin lærdi at spæla ordiliga sjálvur. Harafturímóti hevði eg tev og skil fyri fyrisitingarliga partinum av tónleikalívinum, umframt eina dygga fatan og virðing fyri at fáast við tónleikin hjá øðrum – teirra hjartablóð. Sum tíðin er fráliðin er tað eisini blivið til eitt slag av tónlistarligari innliving, við vitan frá einum langum lívi við øllum frá Winehouse og Bieber til Carsten Dahl og Sort Sol og nógv onnur.

  • Hvat er tað besta við at starvast hjá Koda?

Tað er frálíkt at fara til arbeiðis hvønn dag, við so nógvum starvsfelagum um seg við sera høgum yrkisføri innan hesa torgreiddur umsitingarverð. Vitan, rættvísi, og dagligar avbjóðingar, har tveir dagar ikki eru eins, gera Koda til eitt deiligt og spennandi stað at starvast.

  • Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Eg havi ein breiðan og opnan tónleikatokka. Mær dámar sera væl world, reggae og chillað downtempo. Fyri tíðina lurti eg eftir syrutu samlingunum hjá Pladevennerne á Soundcloud. Av nýggjari donskum tónleiki dámar mær væl Karl William, Ulige Numre, Katinka og Minds of 99. Eg haldi har eru so ótrúliga nógv spennandi nýggj listafólk.

Annars lurti eg, sum lagið er til, og velji playlistar eftir hvussu umstøðurnar eru. Eftir mínum tykki hevur streaming gjørt tónleikin uppaftur meira nýtiligan og gagnligan, tí vit kunnu skifta stíl og lit við einum swipe, og hava tónleikin við okkum allastaðni. Tað er ein gáva til allar brúkarar, ið vit við gleði skulu/eiga at gjalda fyri at hava atgongd til.

  • Hvat er tín besta konsertuppliving?

Mín fyrsta konsert var við Gasolin og Røde Mor v.fl. við Bagsværd Sø í 1976. Tað var sera hugtakandi. Eg var 10 ára gamal og heilt einsamallur. Clausen og Petersen leikaðu í á pallinum við Røde Mors Rockcirkus. Tað var ikki eiti á fyri ein lítlan drong. Mín seráhugi fyri etniskum tónleiki hevur havt stórar konsertupplivingar við sær, m.a. Paco de Lucia, Peter Tosh og mín stóra ímynd, Bill Laswell. Tað er ógjørligt at velja millum tær mongu konsertirnar, eg havi verið til tey seinastu 40 árini. Tær hava allar á hvør sín hátt givið sítt serliga íkast. Um eg kortini skal taka eina burturúr, verður tað tá Søren Huss spældi á Lille Vega, eftir hann hevði útgivið 'Troen og Ingen' plátuna – tað var sera, sera rørandi og ófatiliga gott.

Tað, ið hevur týdning, er hvat tann einstaka konsertin gevur tær sum persóni – og ymiskar konsertir hava ymiskar upplivingar við sær. Um tú lurtar eftir Rolling Stones á Roskilde, hittir ein dugnaligan tónleikara við einari hangdrum á Camino í Århus, ella rakar eina heilt serstaka løtu við tónaskaldinum Louise Alenius, er tað tónleikurin, ávirkanin, kenslan og heildin, tú tekur við tær.

Nú eri eg lendur mitt í øllum hendingunum her í Koda, og gleði meg til at vera við til at veita bestu tænastuna til tey, ið skapa tónleik, í mínum nýggja starvi.