Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
2022
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Fá skil uppá Koda uppá 10 minuttir

Les um, hvat vit gera, hvat tú skalt gera og hvussu tú fært svarað tínum spurningum.
Koda í 6 løttum stigum
  • 1. Rættindi

Vit umsita tíni rættindi sum tónaskald og orðasmiður, tá tín tónleikur verður framførdur alment. Tað merkir, at tá tíni verk verða nýtt á konsertum, í útvarpi og sjónvarpi ella nýtt á netinum, gera vit avtalu tína vegna við tónleikabrúkararnar.

Tín upphavsrættur verður umsitin av ymiskum feløgum alt eftir hvørji rættindi talan er um.

Koda umsitur rættindi til almenna framførslu hjá teimum skapandi listafólkunum. Tey skapandi listafólkini eru tónaskøld, orðasmiðir og tónleikaforløg.

NCB umsitur mekanisku rættindi hjá skapandi listafólkunum. Tað merkir rættin at spæla inn og rætt til distributión av bæði fløgu-, plátu- og online-útgávum. Sum limur í Koda, ert tú eisini limur í NCB.

Gramex umsitur rættindini til almenna framførslu hjá teimum útinnandi listafólkunum. Tey útinnandi listafólkini eru sangarar, tónleikarar og plátufeløg.

  • 2. Vit eru online

Ja, vit eru online, tá tú hevur tørv á okkum, uttan mun til um tað snýr seg um limaskap, skráseting av nýggjum verkum, konsertrapportering ella stuðulsumsókn.

Mit Koda er tín persónligi snarvegur til Koda. Her kanst tú skráseta tíni verk, rapportera tínar konsertir, umframt at síggja títt útgjald frá Koda og NCB.

Á Koda.dk kanst tú lesa um, nær útgoldið verður, avrokningarøki, reglur um hvussu rættindini verða býtt á verkunum. Á koda.dk er eisini limaskjal, vitan um limatiltøk, umframt kunning um stuðulsumsókn.

Við tíðindabrævinum verður tú dagførdur um limatiltøk, nær útgoldið verður, freistir til umsóknir og aðra kunning um Koda. Tekna teg til tíðindabrævið her.

  • 3. Skráset tíni verk hjá okkum

Tíni verk eru lykilin til, hvussu tær upphæddirnar, vit fáa frá tónleikabrúkarum, skulu býtast. Tí er tað av stórum týdningi, at tú skrásetir tíni nýggju verk hjá okkum. Tú kanst skráseta tíni verk umvegis Mit Koda. Tú kanst lesa leiðreglurnar um skráseting av verkum her.

  • 4. Rapportera tínar konsertir til okkum

Vit fáa rapportering um nýtslu av tónleiki frá fleiri av teimum størru brúkarunum, t.d. útvarpi, sjónvarpi og á online-økinum. Tað er frá hesum rapporteringum, vit vita, hvør tónleikur verður spældur.

Um tín tónleikur verður spældur á almennum konsertum, eigur tú at fáa eina avrokning fyri tað frá Koda. Minst tí til at rapportera tínar konsertir umvegis Mit Koda.

Rapportera eisini, tá tú spælir tónleik hjá øðrum, so fleiri fáa gleði og ágóða av teirra upphavsrætti.

  • 5. Útgjald

Halt teg dagførdan um útgjald á Mit Koda og á koda.dk

Tá útgoldið verður, sært tú upphædd og hvat avroknað verður fyri á Mit Koda. Vit fáa tíverri ikki sagt nakað um upphæddir fyrr enn útgoldið verður.

  • 6. Hevur tú pengar til góðar?

Tað kann vera, at tú hevur pengar til góðar hjá okkum! Um tú veist, at tín tónleikur verður spældur nógv, men tú ikki hevur fingið avrokning fyri tað frá okkum, kann tað vera tí at tínar upplýsingar ikki eru dagførdar. Minst tí til at dagføra tín bústað, teldupost og tínar bankaupplýsingar um broyting er. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til okkara á  [email protected].